- Vit meta tað eru einir 2.000 IS-hermenn eftir í Raqqa.
Tað sigur Brett McGurk, umboðsmaður fyri USA í hernaðarsamgonguni hjá teimum sameindu í stríðnum móti islamska yvirgangsfelagsskapinum Islamski staturin, um støðuna í Raqqa. Tað skrivar Ritzau tíðindastovan í dag.
Tað er SDF, Sýrisku Demokratisku Herdeildirnar, ið við stuðli frá USA, stendur á odda fyri at endurvinna Raqqa frá yvirgangsfelagsskapinum, ið hevur havt ræðið yvir býnum síðan 2013.
Brett McGurk upplýsir fyri Ritzau, at hóast IS minkar alsamt, so er stríðið enn hart í býnum.
- Í dag stríðist IS fyri hvønn einasta blokk í Raqqa og fyri at yvirliva, sigur Brett McGurk við Ritzau.
Raqqa er karmur um síðsta stóra bardagin í stríðnum móti yvirgangsfelagsskapinum, sum í 2014 kunngjørdi stovnanina av einum islamskum ríki við Raqqa sum høvuðsstaði, og sum fevndi um landaøkir í Irak og Sýria.
Eftir at vesturheimurin legði uppí stríðið hevur tað eydnast stjórnarherunum í Irak og Sýria, umframt
kurdiskar herdeildir í báðum londum, at endurvinna landaøkini og flestu býirnar, ið yvirgangsfelagsskapinum hevði ræðið yvir.










