197 umhvørvisfólk dripin í 2017

Í miðal doyðu fýra aktivistar um vikuna í fjør

197 fólk lótu í fjør lív í teirra stríði fyri at verja náttúru ella djóralív.

The skrivar blaðið The Guardian, sum hevur tølini frá Global Witness.

Síðani 2002 hevur Global Witness skrásett øll deyðsfall, sum hava tilknýti til umhvørvisfelagsskapir, og talið í 2017 var næstan fýra ferðir so høgt, sum tað var í 2002.

Flestu av drápunum vóru framd í fjarskotnum økjum í menningarlondum – serliga í Latínamerika, har fólk stríðast í móti vaksandi námsídnaði og plantasjum, veiðitjóðum og útbyggingum av undirstøðukervi.

– Støðan er hættislig. Tey, sum tala ímóti útbyggingum og nýtslu av landaøkinum, eru í vanda fyri at verða niðurgjørd, koyrd í fongsul ella dripin, sigur Ben Leather, sum er leiðandi starvsfólk í Global Witness, við The Guardian.

Tølini hjá Global Witness vísa, at stríð í sambandi við úrdráttarvinnur kosta flest mannalív.