Higartil í ár hevur landskassin fingið 19,6 milliónir meiri inn í skatti enn hann fekk í sama tíðarskeiði í fjør.
Tað er ein vøkstur á 1,93 prosent, vísir ein uppgerð hjá Taks
Í 10 teir fyrstu mánaðirnar í ár, hevur landskassin fingið eina góða milliard, ella 1030,8 milliónir inn í skatti, aftur ímóti 1011,2 milliónum í sama tíðarskeiði í fjør.
Higartil í ár hevur forskattingin av eftirlønum givið góðar 193,8 milliónir, tað eru 20,6 milliónir meiri enn í fjør, tá ið hann gav 173,2 milliónir.
Tað er ein vøkstur á 11,91 prosent.