1950: Ráð um at ansa eftir manninum

Tað má sigast, at mangt er broytt seinastu áratíggjuni!

Seinastu dagarnar hevur hetta skjal ferðast runt á Facebook. Hetta er 1950 og inniheldur góð ráð til kvinnur, sum vilja ansa væl eftir manni sínum. 

 

Millum annað kann lesast um, at man skal hava døgurðan kláran, tá ið troytti maðurin kemur heim. Og so skal man sjálvandi ikki gloyma at gera seg sjálva til reiðar at taka í móti. Líka fríska smyrsli eitt sindur og fáa sær ein lítlan lúr, so man er væl fyri til hendingina. 

 

Eitt ráð er, at man gongur í gjøgnum húsið beint áðrenn maðurin kemur heim, so man kann taka burtur alt órudd og líka taka klútin eftir á borðinum. So fer maðurin at kenna tað sum, at hann er komin í eitt friðarligt himmiríki. 

 

Trýst á myndina fyri at lesa øll tey góðu ráðini frá 1950. Sigast má, at mangt er broytt seinastu áratíggjuni.