1946 ella 1948

Nær var føroyska fólkaatkvøðan um loysing?

Flestu føroyingar munnu vita, nær føroyska fólkaatkvøðan um loysing var.

 

Tó er løgmaður í kvøld endurgivin í donskum fjølmiðlum, har hann tosar um fólkaatkvøðuna í 1948.

 

- Skotar ynskja størri ávirkan á sín gerandisdag, júst sum vit ynsktu í 1948. Tað, teir gera í dag, gjørdu vit í 1948. Eg skilji væl skotska kjakið og skotska tørvin, sigur løgmaður við Berlingske.

 

Annars sigur løgmaður seg vera væl nøgdan í ríkisfelagskapinum, tí sum hann sigur, vit standa sterkari saman.