193 fleiri í Nes kommunu eftir hálvum triðja ári

- Hin 1. juli í ár búðu 1531 fólk í Nes kommunu, og hetta svarar til ein vøkstur higartil í ár á 29 fólk.

 

Nes kommuna hevur sett saman ein samandrátt og kunning í samband við ársroknskapin fyri 2022, og her verður sagt, at samstarvið í bygdaráðnum frá fyrsta degi í hesi setuni hevur verið sera gott.

 

- Vit hava sett okkum sum stavnhald framhaldandi at skapa fyritreytir fyri trivnaði, framburði og burðardyggari menning við skilagóðari fíggjarstýring, siga tey í Nes kommunu.

 

Samstarvið við grannakommunurnar um eldraøkið, barnaverndartænastuna, sløkkiliðið, Kongshavnar Havn og annað, sum samstarvað verður um, hevur sambært býráðnum í Nes kommunu verið sera gott.

 

Í frágreiðingini verður sagt, at fólkatalið í Nes kommunu vaks við 52 fólkum í 2022, og hetta svarar til ein vøkstur á 3,6 prosent. Hin 1. januar í 2022 var fólkatalið 1450, og hin 31. desember í 2022 búðu 1502 fólk í Nes kommunu.

 

Í 2022 vórðu 21 børn fødd í kommununi, og 12 fólk andaðust.

 

- Hin 1. juli í ár búðu 1531 fólk í Nes kommunu, og hetta svarar til ein vøkstur higartil í ár á 29 fólk. Í tíðarskeiðnum 1. januar 2020 til 1. juli 2023 er fólkatalið í kommununi økt við 193 fólkum, siga tey í Nes kommunu.