191 milliónir í yvirskoti

Landsroknskapurin vísti eitt yvirskot áljóðandi 191 milliónir fyri 2002. Hetta eru 506 milliónir minni enn í 2001

ROKNSKAPUR

Tað var ein errin landsstýrismaður í fíggjarmálum, sum hósmorgunin legði landsroknskapin fyri 2002 fram saman við Leif Abrahamsen, stjóra á Føroya Gjaldstovu.
Roknskapurin vísir eitt yvirskot áljóðandi 191 milliónir krónur. Hetta er rakstrar, løgu- og útlánsúrslitið (RLÙ). Hetta er væl minni enn undanfarin ár. Frá 1999 til 2001 hevur yvirskotið verið omanfyri sekshundrað milliónir. Orsøkin til fallið er serliga minkaði blokkstuðulin.
Avdráttirnir í 2002 vóru 144 milliónir, og landið hevði tá avtornaði 124 milliónir afturat í tøkum peningi.
Inntøkurnar hjá landskassanum vóru í 2002 3,973 milliardir, og útreiðslurnar vóru 3,542 milliardir. Íløgurnar vóru 240 milliónir.
Karsten Hansen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, visti at siga, at hóast inntøkurnar og útreiðslurnar nærkast hvørjum øðrum, so fer 2003 at geva eitt eins gott ella betri úrslit sum í 2002.
Lesið meira um landsroknskapin í Sosialinum í morgin.