190 tons á Fiskamarknaðinum

Í morgun seldi Fiskamarknaður Føroya sløk 190 tons av fiski fyri stívliga 2,6 miljónir krónur.

Nøgdirnar av toski vóru tær størstu, umleið 88 tons tilsamans. Mest var av toski 4 og toski 3, ávikavist 36,5 og 26,4 tons tilsamans. Miðalprísurin fyri tosk 4 var 12,54 krónur fyri kilo – og fyri tosk 3 var miðalprísurin 15, 60 krónur.

Næst størstu nøgdirnar vóru hýsa, umleið 45 tons tilsamans. Nógv mest var av hýsu 2, góð 25 tons tilsamans, og her var miðalprísurin 10,96 krónur fyri kilo.

Góð 17 tons vóru av kongafiski, mest av kongafiski 2, sum fekk miðalprísin 13,75 krónur fyri kilo.

Sløk 15 tons vóru eisini av svartkalva, og her var miðalprísurin 27,90 krónur fyri kilo.

Miðalprísurin fyri øll fiskasløgini samanlagt á Fiskamarknaði Føroya í morgun var 14,20 krónur fyri kilo.