190 krónur og 2,8%

Nú er greitt, hvørjar treytirnar vóru, sum pedagogfelagið at enda skrivaði undir uppá

Í tíðindaskrivi frá samráðingarpørtunum verður sagt soleiðis um semjuna.

 

Tann 1. oktober 2013 hækka mánaðarlønirnar við 190 kr. og 0,9%.

Tann 1. oktober 2014 hækka mánaðarlønirnar við 1,9%.

Í semjuni  hava partarnir eisini gjørt aðrar avtalur, harímillum kunnu vit nevna:

-           at vaktargjøldini frá   1. oktober í 2013 verða roknað sum fast prosent av tímalønini á stig 11.

-          at flokkingarmál, sum ikki eru liðug, verða  avgreidd innan 1. mai í 2014.

-          Partarnir hava gjørt nýggjan lønarflokk til leiðarar á teimum størstu kommunalu dagstovnunum.

Umframt omanfyristandandi hava partarnir eisini gjørt avtalu um fráboðanarform og fráboðanarfreist. Í avtaluni er staðfest, at fráboðan um arbeiðssteðg, eisini samhugaarbeiðssteðg, skal verða skrivlig og latin mótpartinum minst 48 tímar frammanundan. Roknað verður frá midnátt.