190.380 krónur

So nógv kostaði tað hjá Løgmanni at halda stásdøgurða fyri Drotningini, Prinsgemalinum og 150 øðrum gestum á Hotel Føroyum. Størsti kostnaðurin var fyri sjálva stádøgurðan, 900 krónur kuvertin uttan meirvirðisgjald, tilsamans 136.800 krónur.

Omaná hetta kom kostnaður fyri mat til tey, sum upptraðkaðu og drykkivørur, flutningur av málningum frá Listaskálanum, frásøgufólk, vísusang og annað undirhald umframt óvæntaðar útreiðslur, nýggju postar upp á tilsamans 53.580 krónur.

Tilsamans varð kostnaðurin fyri stásdøgurðan sambært kostnaðarætlanini hjá Løgmansskrivstovuni 190.380 krónur.