Ein spanskur fótbóltsdómari er við at gerast heimskendur. Ikki tí hann dømir í Primera Liga ella Segunda Liga - bestu og næstbestu deildini í Spania - men tí hann megnaði at vísa 19 spælarar út í einum fótbóltsdysti. Talan var um ein dyst í einari lokalari amatørdeild millum liðini Recreativo Linense og Saladillo de Algeciras.
Tá 54 minuttir vóru farnir vísti Escandon einum spælara út, og tá byrjaði alt rokið. Spælarar og áskoðarar lupu á dómaran, sum helt áfram við at vísa tað reyða kortið. Tá friður loksins valdaði kundi Jose Manuel Barro Escandon gera status, og hann taldi seg fram til, at hann hevði víst 19 av teimum 22 spælarunum av vøllinum. 9 frá Saladillo, og 10 frá Recreativo.
Dómarin skundaði sær at blása dystin av, og rann inn í skiftingarrúmið fyri at goyma seg fyri teimum illu spælarunum.










