19 sjófólk burturflutt av grikskum tamgaskipi

Eitt tangaskip varð álopið umleið 77 míl úr oynni Bonny uttan fyri Nigera týsdagin. Manningin er burturflutt.

Eitt skip heimahoyrandi í Grikkalandi varð álopið av sjórænarum uttan fyri Nigeria 3. desember, og manningin, ið telur 19, er burturflutt, sigur kelda úr reiðarínum.

Skipið varð álopið umleið 77 míl úr oynni Bonny týsdagin. Skipið var lastað við olju, tá tað varð álopið.

Manningin telur 18 indarar og ein turka. Sjey av manningin eru framvegis umborð á skipinum.

Hvørki skipið ella lastin hava fingið skaða.

Skipið, sum er úr Grikkalandi, men sum er skrásett í Hongkong, kann taka tvær milliónir tunnur av olju. Grikska shippingfelagið Navios Tankers Management eigur skipið, sum eitur »Nave Constellation«.

– Vit gera alt, sum vit eru ment fyri at tryggja, at tey 19 burturfluttu fólkini koma aftur í øllum góðum, sigur talsmaður fyri Navios Tankers Management.

Hann sigur, at familjurnar hjá manningini eru kunnaðar um støðuna.

Í shippingvinnuni hevur tað seinastu mánaðirnar verið fleiri verið ávarað um økta vandan fyri sjórænaraálopum uttan fyri Vesturafrika – serliga í Nigeria.

Í fjør varð eitt skip hjá A.P. Møller álopið, og 11 sjófólk tikin til fanga uttan fyri Nigeria.

– Nigeria er eitt av teimum ringastu londunum, tá tað snýr seg um sjórænaravirksemi sambært frágreiðing um »Piracy and Armed Robbery Against Ships« frá ICC International Maritime Bureau í fjør.

 

/ritzau/Reuters