19 royndir uttan mál

Enski miðvallarin Frank Lampard liggur altíð fram við at gera mál, og í farnu kapping í Onglandi lá hann sum nummar fýra á toppskjúttaralistanum við 16 málum. Undir HM-kappingini í Týsklandi hevur hann havt ikki færri enn 19 royndir á máli, men hóast mongu skotini, hevur tað ikki eydnast honum at gera mál higartil. Lampard hevur spælt fulla tíð í øllum dystunum hjá Onglandi, og hann hevur fleiri ferðir verið nær við at skora. Tær 19 royndirnar hjá Lampard eru tað mest, sum nakar spælari í HM hevur havt. Næstur á listanum er Miroslav Klose hjá Týskland. Hann hevur havt 15 royndir og hevur skorað fýra ferðir.