Ríðing
Ríðigreinin eitur lop, og nærum hvørt vikuskifti luttekur Elin Tindskarð á stevnum runt um í Danmark og í Noregi. Ríðigreinin, sum Elin luttekur í, gongur út uppá at fáa hestin at leypa yvir nakrar forðingar, sum eru uppstillaðar á eina breyt.
? Eg venji minst fýra tímar um dagin. Meginparturin av míni frítíð fer til ríðing, sigur 19 ára gamla Elin Tindskarð.
Dagliga gongur Elin á studentaskúla í Hirtshals. Hon tekur tó bert nakrar einkultlærugreinar, soleiðis at hon fær betri tíð til at ríða.
Góð úrslit
Stevnurnar, ið Elin Tindskarð luttekur á, eru runt um í Danmark.
Úrslitini hjá henni hava seinastu tíðina verið ógvuliga góð. Til dømis varð hon nummar tvey í einum meistaraskapi í Danmark fyri stuttum, og fyri umleið einum mánaða síðani varð hon nummar eitt til eina kapping í Noregi.
Hesturin, ið Elin hevur er ein hollandskur "varmblod", sum tað eitur á donskum. Hesturin stendur í einum ríðistalli, bert fimm minuttir frá har, sum Elin býr.
? Tá eg ikki ríði eri eg saman við vinum ella í býnum. Tað er ikki nógv tíð til avlops, tí næstan øll tíðin fer til ríðing, og jú eisini vikuskiftini, sigur Elin Tindskarð at enda.