Umframt tey vanligu bilóhappini í hálkuni í vikuskiftinum, so koyrdu 4 bilførarar ávirkaðir í miðstaðarøkinum. Teir kunnu allir vænta at missa koyrikortið. Eisini vórðu ferðslumátingar gjørdar í og uttan fyri Havnina og í Norðoyatunnlinum. Í Norðoyatunnlinum skikkaðu bilførararnir sær bara væl. Har var mest málda ferð 106 km/t. Ein bilførari, ið koyrdi uttanfyri Havnina, kann tó vænta at missa koyrikortið. Hann koyrdi 135 km/t.