19 ára gamal íverksetari

Hóast Evald Johannesen bert er 19 ára gamal, hevur hann longu megnað tað, sum mong onnur bara droyma um: At stovna sína egnu fyritøku - í hesum føri til paintball. - Regin Dalsgarð, hann var mín fyrimynd, sigur ungi klaksvíkingurin.

Hesin Regin stovnaði í 2005 fyritøkuna ISUUS Mobile sum tekur sær av at veita kundunum ymiskar tænastur umvegis SMS-boðskipanina.

- Hann gav mær góðan íblástur. Hann var ungur, akkurát sum eg, men tordi kortini at fara í gongd. Vit báðir vóru í somu støðu, tí vit bara ynsktu at sleppa í gongd, greiðir Evald íðin frá.

Evald slapp á eitt skeið fyri íverksetarar, og her kom hann í samband við onnur fólk sum gingu við sama ynski sum hann. Hetta hjálpti honum verliga í gongd.

- Eftir skeiðið mentist eg munandi og fekk nýggjan íblástur, - ja, eg føldi meg simpelthen tilreiðar at fullføra spennandi ætlanina, ið hevði ligið alt og leingi í skuffuni, sigur hann við einum brosi.

Evald gongur í løtuni á Tekniska Skúla í Klaksík, hóast hugurin helst er meiri yvir í nýggjar ætlanir sum íverksetari.

Spennandi verður at síggja, hvat framtíðin hevur at bjóða Evaldi og øllum hinum fólkunum, ið ynskja at fara í gongd við ymiskar spennandi verkætlanir.

- Eg havi eina aðra stóra og spennandi ætlan í høvdinum. Men tað er ov tíðliga at siga nakað um hana enn!, avdúkar ungi virkisfúsi klaksvíkingurin.

Hann royndi paintball-vøllin á norðoyastevnu í ár, og síðani hevur hann ferðast kring landið við hesum.