Fyri stuttum var kunngjørt, at Cristiano Ronaldo er heimsins ríkasti fótbóltsspælari, men nú vísir tað seg, at tað er ikki tilfeldið.
Heimsins ríkasti fótbóltsspælari er Faiq Bolkiah úr lítla asiatiska landinum, Brunei. Faiq Bolkiah er bara 19 ára gamal, og hann spælir við eykaliðnum hjá Leicester City.
Faiq Bolkiah er føddur í Los Angeles í USA, men hann hevur valt at umboða Brunei í altjóða fótbólti, og hann hevur longu spælt níggju dystir, og hevur skorað eitt mál fyri Brunei.
19 ára gamli Faiq Bolkiah er góður fyri 126 miljardir krónur í okkara peningi.
Cristiano Ronaldo hevur eitt ríkidømið, sum "bara" svarar til 1,4 miljardir krónur í okkara peningi, sambært amerikanska miðlinum, Daily Records.
Faiq Bolkiah er bróðursonur sjálvan sultanin (kongin) í Brunei, sum eitur Hassanal Bolkiah.
Pápi Faiq Bolkiah, Jefri Bolkiah eigur ikki færri enn 2.300 bilar. Bretska blaðið, Daily Mirror skrivar, at pápi Faiq Bolkiah, Jefri brúkar umleið 300 miljónir krónur í okkara peningi um mánaðin. Peningin brúkar Jefri Bolkiah uppá bilar, klokkur og pennar gjørdir av reinum gulli.
Tá Jefri Bolkiah fylti 50 ár var Michael Jackson flogin inn við privatflogfari fyri at geva eina privatkonsert. Upphæddin Jefri Bolkiah rindaði Michael Jackson fyri ómakin var umleið 104 miljónir krónur í okkara peningi.
Faiq Bolkiah, sum spælir sum vongur hevði sáttmála við Chelsea millum 2014 og 2016.
Um sína yrkisleið sum fótbóltsspælari sigur Faiq Bolkiah: - Eg havi spælt fótbólt so langt eg kann minnast. Frá barnbeini av hevur mær altíð dámt at fara út á vøllin við einum bólti. Foreldrini hava stuðla mær í dreyminum at gerast fótbóltsspælari. Tey hava vant meg hart, bæði sálarliga og kropsliga gjøgnum barndómin hjá mær. So eg vil siga, at foreldrini eru mínar fyrimyndir, segði Faiq Bolkiah í einari samrøðu fyri stuttum.
Bakgrundin og serliga støðan hjá Faiq Bolkiah hevur annars verið orsøk til, at hann ikki so fegin stillar upp til eina samrøðu, har hann heldur verður spurdur um ríkidømið enn fótbólt.