19 maskinistar fingið prógv

18 mans og ein kvinna fingu í dag prógv sum maskinistar á Vinnuháskúlanum.

Fríggjadagin 13. mars. 2015. fingu 18 mans og ein kvinna prógv handað á Vinnuháskúlanum, har eini 100 fólk vóru komin saman fyri at luttaka í próvhandanini á skúlanum. Stjórin, Wilhelm Petersen, bjóðaði vælkomin, og helt síðani eina røðu fyri luttakarunum.

Stjórin, nevndi í røðu síni til maskinistarnar, at tað, júst í hesum mánaðinum, eru liðin 50 ár síðani, at maskinistútbúgvingin byrjaði í Føroyum. Tá gav útbúgvingin rættindi til at passa maskinur upp til 500 hk svarandi til 368 KW, meðan hon í dag gevur rættindi til at passa maskinur upp til 2999 KW, samstundis sum hon gevur atgongd til altjóða maritimu vinnuna. Útbúgvingin tekur íalt níggju mánaðir.

Vinnuháskúlin hevur seinastu árini bert tikið maskinistar inn á skúlan triðja hvørt hálvár. Um nóg stórur áhugi er, verður ein flokkur tikin inn at byrja longu í august í ár.


Eisini Páll Hansen, formaður í Maskinmeistarafelagnum, og Kristin Rasmussen, lærari, høvdu nøkur góð orð til próvtakararnar.

Tey, ið hava fingið prógv, eru:

Rógvi Aagaard Bielsen
Bjarni Berg
Heini Guttesen
Sigurd av Reyni
Kristoffur Gaardlykke
Levi Anthoniussen
Jóan Petur Elmarson Petersen
Uni Oknadal
Heri Múller Jacobsen
Rúni Joensen
Bárður Olsen
Andy Ljósá
Eivind Egholm Gudmundsen
Rani Christophersen
Jóhannus Hansen
John Reid Ziska Jacobsen
Remi Hammer
Sólgerð Joensen
Remi Johansen

Virðislønir vóru lætnar:
1. Bjarni Berg, fekkk eitt mátitól frá Maskinmeistarafelagnum
2. Rógvi Aagaard Nielsen fekk ein kikara frá Eik Banka, og 
3. Jóan Petur Elmarson Petersen, fekk eitt lummaur frá Antares.