19 mans tiknir út

Nýggi landsliðsvenjarin í mansflogbólti, Romica Øster, hevur tikið 19 mans út til landsliðsvenjingar um jólini

Á oyggjaleikunum í Álandi fyri hálvumøðrum ári síðani eydnaðist flogbóltskvinnunum at endurvinna trúnuna og fáa gullið við sær heimaftur, meðan menninir ikki megnaðu at betra seg, men máttu taka til takkar við einum fimtaplássi.
Um eitt hálvt ár eru so aftur oyggjaleikir á skránni, og hesa verður tað á Isle of Wight, at landsliðini í flogbólti saman við øðrum ítróttarfólkunum í fleiri greinum skulu royna at endurtaka føroyska bragdið frá leikunum í Álandi, tá Føroyar endaðu ovastar samanlagt við flest gullheiðursmerkjum.
Ikki minst skal ein innsatsur gerast hjá flogbóltsmonnunum, og hesa ferð verður tað Romica Øster, ið sum landsliðsvenjari hevur ábyrgdina av avrikinum. Hann er longu farin í gongd, og leygardagin sendi hann 19 flogbóltsspælarum boð um, at teir eru úttiknir til ein bruttolandsliðshóp.
Ein venjing verður longu í Hoyvíkshøllini í morgin seinnapartin, og so eru tvær á skránni á Eiði mikukvøldið 29. desember og sunnukvøldið 2. januar.
Við øðrum orðum vita hesir menninir nú, at teir heldur mugu ansa sær, tá dunna og alt møguligt annað gott kemur á borðið jólaaftan, tí teir mugu vera til reiðar at gera vart við seg, so landsliðsvenjarin eisini hugsar um teir, tá endaligi hópurin seinni skal takast út.

Tveir útisetar
Umframt 17 spælarar úr føroysku kappingini, eru eisini tveir útisetar tiknir út. Teir eru Johan Petur á Stongum, ið dagliga gevur libero-spælaranum á danska landsliðnum harða kapping, og Gunnar Jørgensen, sum gjørdist ársins stjørnuskot í 2006, tá hann spældi við Mjølnir. Bæði Johan Petur og Gunnar spæla í bestu donsku deildini við felagnum Aalborg HIK.
Bruttohópurin, sum Romica Øster hevur tikið út, sær annars soleiðis út: Niels Erik Anderson (SÍ), Thorvald Danielsen (Mjølnir), Bartal Eliasen (ÍF), Bjarki Enni (Fleyr), Rói Hentze (Fleyr), Bárður Jacobsen (ÍF), Hans Fróði Jensen (Fleyr), Jón Joensen (SÍ), Gunnar Jørgensen (Aalborg HIK), Bjarni Larsen (ÍF), Bogi Midjord (Fleyr), Jón Nielsen (SÍ), Jan Ingi Ole-Jacobsen (SÍ), Suni Juul Pedersen (Fleyr), Arthur Djurhuus Poulsen (TB), Brian Poulsen (ÍF), Johan Petur á Stongum (Aalborg HIK), Bárður Venned (Mjølnir) og Rúni Weihe (ÍF).