19 kappast um FM

Í 2013 vann Atlantic Sea Salt bæði FM og DM í Ungt Virki

So verður aftur FM í Ungum Virki. Hesa ferð fara 19 næmingavirki at kapast um at gerast føroyameistari í ungum virki. 

 

- Vit hava stórar vónir til henda dagin. Næmingar og ráðgevarar hava arbeitt dúgliga alt skúlaárið, og fegnast um at vísa úrslitið fram í kappingini og søluframsýningini á Torginum í SMS. Vit vóna at børn og vaksin seta tíð av at fylgja við hesi avbjóðandi kapping millum miðnámskúlanæmingar um at gerast Føroyameistarar í Ungum Virki 2016, sigur Brynhild Høyer, økisleiðari.

 

FM í Ungum Virki (Company Programme) letur upp fríggjadagin 4. mars klokkan 10 og endar klokkan 18, tá vinnarin verður kosin. Í ár vera tað næmingavirki úr Handilsskúlanum á Kambsdali, Tekniska Skúlanum í Klaksvík og úr Glasir, Marknagili sum kappast um FM heiti í Ungum Virki. 

 

Næmingavirkini kappast um 4 meginførleikar:  1. Virkisætlan, 2. Samrøða, 3. Framløga og 4. Verja.

 

Virkisætlanin (business planur) verður eftirmett, dómararnir vitja básin og samrøða við virkið, næmingarnir hava framløgu á pallinum og næmingarnir verja sína virkisætlan í 15 minuttir í sonevndari dómarasamrøðu fyri afturlatnum hurðum.

 

Klokkan 18 verður føroyameistarin í Ungt Virki kosin, og virðisløn verður handað. Fyrsta virðislønin er at luttaka í DM í Keypmannahavn, har kappast verður við teimum bestu næmingavirkjunum í Danmark.

Døgurði verður aftaná kappingina í Bowlinghøllini fyri øllum luttakarum í kappingini, dómarum og lærarum.

Í 2013 vann Atlantic Sea Salt bæði FM og DM í Ungt Virki

Í 2013 vann Atlantic Sea Salt bæði FM og DM í Ungt Virki

Í 2013 vann Atlantic Sea Salt bæði FM og DM í Ungt Virki