19 hava søkt starvið sum samtaksstjóri í Føroya Tele.
Talan er bæði um menn og kvinnur.
Stjórin seinastu átta árini, Jan Ziskasen, var herfyri koyrdur úr starvi, tí nevndin vildi seta út í kortið av nýggjum við nýggjum stjóra.
Umsóknarfreistin var á midnátt, og bólkurin, sum skal seta nýggjan stjóra, hevur havt sín fyrsta fund.
Nýggi stjórin verður settur sum skjótast, og William Joensen, fíggjarstjóri, sum var settur sum fyribils stjóri, røkir starvið, til nýggjur samtaksstjóri tekur við.