19 ferðir skemt frá Óla P

Skemtbøkurnar við tekningum hjá Óla P í Sosialinum er vorðin til eina rúgvusmikla bókarøð. Í gjár kom út í bókabúðirnar tann nítjanda í røðini, Skemt 07.

Í bókini eru umleið 130 tekningar, sum hava staðið á baksíðuni í Sosialinum hetta seinasta árið. Á permuni viðger teknarin seinastu eljustríðini, sum hava verið í samgonguni, har hellan í Tinganesi minnir ikki sørt um Runsuvalsstríð, har blóðið flýtur. Løgmaður fylgir sum vera man útviklinginum úr erva, meðan Tobbi hvessir sær svørðið, og Jenis hevur krossin á lofti. Óli P gjørdi tekningina langt áðrenn samgongan nú um dagarnar mátti leggja kongin.

Við hesi bókini eru nærum 3000 tekningar givnar út í bók. Tann fyrsta bókin var Skemt 89. Bókin, sum kemur út, komandi ár, verður so tann 20. í røðini. Tað verður ein serstøk jubileumsbók. Í tí sambandi verður eisini skipað fyri framsýning við tekningum hjá Óla P í Danmark og møguliga eisini í øðrum Norðanlondum. Og fer Skemt 08 at vera meira umfevnandi við tekningum frá øðrum norðurlenskum teknarum og greinum um teknilistina hjá Óla P og sum heild.

Skemt 07 er sett og umbrotin á Sosialinum og prentað hjá Føroyaprent. Hon kostar 150 kr.