19 fólk deyð í brennandi bussi í Tailandi

Ein ógvuslig bussvanlukka í Tailandi tíðliga í morgun hevur kravt 19 mannalív. Ein sementlastbilur rendi ógvusliga saman við dupultdekkarabussi, sum kolaðist upp. 20 fólk fingu skaða, tá akførini rendu saman.

Bussurin var á veg úr høvuðsstaðnum Bangkok til Roi Et í útnyrðingspartinum av landinum.

Eldurin var so ógvusligur, at bussurin kolaðist upp.

Løgreglan hevur handtikið lastbilføraran, sum eftir øllum at døma misti tamarhald á akfarinum beint fyri vanlukkuna. Lastbilurin legði seg tvørtur um vegin yvir í mótkoyrandi vegbreytina og rakti bussin gron í gron, sigur løgreglan sambært AFP.

Ein pick-up var eisini í ferðsluvanlukkuni. Ongar fráboðanir eru um, at útlendingar eru millum tey deyðu og skaddu.

(Mynd: BBC)