19 eru helst deyð í eldsvanlukku í dag

Sambært russiskum sjóferðslumyndugleikum er eldur í tveimum tangaskipum, sum liggja úti fyri Krim-hálvoynni í Svartahavinum.

Sambært russiskum sjóferðslumyndugleikum er eldur í tveimum tangaskipum, sum liggja úti fyri Krim-hálvoynni í Svartahavinum. Eldur kom í bæði skipini, tá brennievni varð pumað úr øðrum skipinum og yvir í hitt.

 

Tangaskipini, Candy og Maestro, eru bæði skrásett í Tansania, og við skipunum vóru tilsamans 31 fólk. Fleiri av manningini, sum serliga vóru úr Turkalandi og India, royndu at bjarga sær lívinum við at leypa í havið.

 

- 11 av manningini eru funnin deyð, og trý onnur fóru undir vatn beint framman fyri eygunum á bjargingarfólkunum. Umframt tey deyðu og burturmistu, eru fimm onnur av manningini saknaði, verður sagt frá vanlukkuni.

 

Aleksej Kravtsjenko hjá russisku sjóferðslumyndugleikunum tekur saman um og sigur, at tilsamans 12 av manningini, sum taldi 31, sluppu við lívinum úr eldsvanlukkuni í Svartahavinum í dag, skrivar www.vg.no í kvøld.