FLOGBÓLTUR
Undan hvørjum kappingarári boðað Fleyr og Mjølnir frá, nær teirra árligu kappingar eru, so hædd verður tikin fyri, hvussu restin av landskappingini í flogbólti skal leggjast. Men tá kappingin í vetur skuldi leggjast, hendi ein misskiljing, ið gjørdi, at sperðil kom í dystirnar í januar mánaði.
Mjølnir hevði fyrst boðað frá, hvørji vikuskifti tær báðar Mjølnir-kappingarnar skuldu verða, tann fyri tey vaksnu og tann fyri yngru deildirnar. Ætlanin var sum vant at hava tær tíðliga í januar mánaði, men tá tað so vísti seg, at høll ikki var tøk, máttu báðar kappingarnar flytast.
Tað varð so gjørt, og samstundis boðaði Mjølnir frá hjá Flogbóltssambandinum, men kortini glapp hetta, tá landskappingin varð løgd, so nú stóðu bæði landskapping og Mjølnir-kappingar at vera í senn.
Tað mesta gekk upp
– Onkursvegna yvirsóu vit hetta, tá vit løgdu landskappingina, men tíbetur hava vit fingið loftað tí nú, so vit fingu gjørt nakrar broytingar í rímiliga góðari tíð. Og vit fingu tað mesta at ganga upp, so broytingarnar ikki verða so ógvusligar, sum tær kundu verið, hóast onkrir einstakir dystir mugu avgreiðast mitt í viku, sigur formaðurin í Flogbóltssambandinum, Magnus Tausen.
Tilsamans er talan um 19 dystir, sum eru fluttir, so teir ikki longur koma í kløtur við Mjølnir-kappingina hjá teimum vaksnu, sum er leygardagin 16. og sunnudagin 17. januar, og Mjølnir-kappingina hjá teimum yngru, sum er leygardagin 23. januar.
– Helst verða eisini onkrar broytingar gjørdar síðst í februar, tá FM-kappingarnar hjá teimum yngru eru. Vit ætla at fáa tað mesta avgreitt í Havn leygardagin 27. februar, og síðani verða finalurnar hjá gentum og dreingjum 14 ár og hjá kvinnu- og mansunglingum í Trongisvági leygardagin eftir, 6. mars, sigur Magnus Tausen.










