Kinesisku myndugleikarnir siga nú, at tann harði jarðskjálvtin í Sichuan-landspartinum í mai kostaði meiri enn 19.000 skúlabørnum lívið Umleið 90.000 fólk doyðu ella hvurvu í jarðskjálvtanum í Sichuan í mai, men hetta er fyrstu ferð, at myndugleikarnir siga, hvussu mong skúlabørn lótu lív. Tey flestu børnini doyðu, tí skúlarnir rapaðu.
Kinesisku myndugleikarnir hava verið undir stórum trýsti síðani jarðskjálvtan, tí fleiri foreldur hava kravt, at ein óheft nevnd skal setast at kanna viðurskiftini. Tað ljóðar, at tey mótmælandi foreldrini hava verið fyri ágangi, og at tey skulu hava fingið tilboð um pengar aftur fyri at tiga.
Tað var varaguvernørurin í Sichuan, Wei Hong, sum í morgun kunngjørdi, at 19.065 skúlabørn doyðu í jarðskjálvtanum í mai.