189 fleiri føroyingar upp á eitt ár

Uttanfyri høvuðsstaðin er størsti fólkavøkstur í Klaksvík, Vestmanna og í Vági og størsta minkingin er í Runavík

Tann 28 februar í ár búðu 189 fleiri fólk í Føroyum enn fyri einum ári síðani.

Tað vísir ein uppgerð hjá Hagstovuni.

Sostatt búðu 48.288 fólk í Føroyum tann 28. februar í ár.

 

Hetta árið, frá 1. mars 2013 til 28. februar 2014, var burðaravlopið 276, men tað fluttu 87 fólk fleiri av landinum, enn tað fluttu til Føroya og sostatt vaks fólkatalið 189 fólk.

 

Størsti fólkavøksturin var í Tórshavnar økinum, har fólkatalið vaks 189 fólk.

Í Suðuroy vaks fólkatalið 20 fólkum, í Norðoyggjum vaks tað 19 fólk og í Vágum vaks fólkatalið 11 fólk.

Í hinum trimum økjunum minkaði fólkatalið tilsamans 50 fólk.

 

- Orsøkin til fólkavøksturin er, at flytingin av landinum er minkað so mikið, at burðaravlopið er meira enn tvær ferðir so stórt sum nettoflytingin av landinum, sigur Hagstovan

 

Verður hugt eftir oyggjunum, var fólkavøkstur í seks av oyggjunum: Fugloy, Borðoy, Streymoy, Vágum, Nólsoy, Skúvoy og Suðuroy.

Størsta minkingin var í Viðoy.

 

Verður hugt at kommunum, sæst, at fólkatalið minkaði í trettan kommunum og vaks í fjúrtan, og tað stóð í stað í trimum kommunum.

Størsta minkingin, sum var 29 fólk, var í Runavíkar  kommunu.

 

Kommunan ið hevur størstan fólkavøkstur í tali, er Tórshavnar Kommuna, har fólkatalið vaks 133 fólk, so at tað nú búgva 19.970 fólk í Tórshavnar Kommunu. Í Klaksvík vaks fólkatalið 38 fólk, so at tað nú búgva 4.894 fólk í Klaksvík. Í Vestmanna vaks fólkatalið 26 fólk, so at tað nú búgva 1.204 fólk í Vestmanna og í Vági vaks fólkatalið 25 fólk, so at tað nú búgva 1.332 fólk í Vági.

Hetta eru tær kommunurnar við størsta fólkavøkstrinum.

 

Hagstovan leggur afturat, at av tí at mátin at gera upp, er broyttur, er broyttir, kunnu tølini, sum eru uppgjørd frá á nýggjárinum 2012 til nú, víkja frá tølunum, sum áður eru uppgjørd.