1836 næmingar kappast í støddfrøði

Í ár eru 1836 næmingar úr 15 skúlum í Føroyum meldaðir til Pangea-støddfrøðikappingina, og soleiðis ætlar skúlin at geva næmingunum høvi at skifta um royndir við aðrar næmingar við at brúka støddfrøðina sum amboð, skrivar Skúlablaðið.

 

Hugtakið Pengea-kapping tók seg upp í Týsklandi fyri nøkrum árum síðan, og ætlanin var at fáa hana til at vera heimsumfatandi. Í løtuni er kappingin í Føroyum, Danmark, Svøríki, Norra, Íslandi, Týsklandi, Spania og fleiri øðrum europeiskum londum.  

 

Pangea-støddfrøðikappingin er rættiliga nýggj í Føroyum. Hon byrjaði í 2016 sum ein avleggur av teirri donsku. Kappingin er í trimum umførum. Í fyrsta umfari eru nógvir næmingar, í øðrum færri, og í triðja umfari eru munandi færri næmingar. Nú í februar sita allir næmingar í Føroyum, ið eru meldaðir til, og rokna.

 

17. mars er annað umfar, og tá hittast allir tilmeldaðir næmingar úr øllum Føroyum í Eysturskúlanum í Havn og kappast. Triðja umfar er ein finala, sum verður í Norðurlandahúsinum í apríl. Her hittast nakrir fáir næmingar úr 3. flokki upp í 9. flokk.  

 

Í Eysturskúlanum í Havn hava allir støddfrøðilærarar melda allar sínar flokkar til Pangea-kappingina. 

 

- Pangea er ein støddfrøðikapping ella roknikapping millum fólkaskúlanæmingar her hjá okkum, men kappingin er eisini í øðrum londum í Europa, fortelur Jacob Eli Olsen fyri Skúlablaðnum.

 

- Næmingarnir hava fingið 25 uppgávur nú, og hvør uppgáva hevur fimm svarmøguleikar, og so mugu teir lesa spurningarnar og velja, hvørji av teimum fimm svarunum eru røtt. Tað er Pangea-støddfrøðikappingin.  

 

Tey, sum klára seg best, sleppa víðari til annað umfar.

 

Jacob Eli Olsen sigur, at nakrir næmingar halda, at hetta er stuttligt, og teimum, ið dámar støddfrøði, vilja fegnir vera við í kappingini. Hann heldur, at í fakum kunnu næmingar kappast akkurát sum í ítrótti. Í Føroyum kanst tú verða hátt hevjaður fyri at duga væl at svimja ella vera óførur at renna, men fáur ella eingin verður hevjaður fyri at vera fakliga dugnaligur.  

 

Tað saknar Jacob Eli, sum heldur, at Pangea-støddfrøðikappingin er eitt gott høvi at gera tað.  

 

- Tað fína við hesum er, at eingin verður útstillaður, eingin fær úrslitið av kappingini av vita, um mann stendur seg illa. Tey, ið standa seg best, sleppa víðari, men tey fáa ikki at vita, at t.d. tú fekst 50, og tú fekst 25, sigur Jacob Eli Olsen.

 

- Her verður eingin happaður, sigur hann við Skúlablaðið.