1812 bilar í mars mánaði

Eitt yvirlit vísir, at í farna mánaði koyrdu um 1812 bilar í miðal um dagin gjøgnum Norðoyatunnilin.
Hetta var hægsta talið í ár. Men so koyrdu eisini um 4000 bilar gjøgnum tunnilin tann dagin, tá tað var ókeypis at koyra.

Hetta seinasta árið hava tey hjá Norðoyatunlinum fylgt væl við gongdini í ferðsluni gjøgnum hann.
Her sæst, at flestu bilarnir koyrdu – sum vituligt er – gjøgnum tunnilin í mai mánaði í fjør, tá tað var ókeypis.
Henda mánaðin koyrdu ikki færri enn 19.600 bilar gjøgnum tunnilin.
Mánaðin eftir var talið komið niður á ta leguna, sum tað hevur havt síðani – umleið 1600 bilar um samdøgrið við smáum frávikum.

Vaksandi tal
Ferðslan í ár hevur eisini verið vaksandi.
Í januar mánaði koyrdu í miðal 1400 bilar gjøgnum tunnilin um dagin, í februar 1500 og í mars mánaði eini 1800 bilar.
Fægst bilar koyrdu gjøgnum tunnilin í apríl mánaði í fjør, bert 600 um dagin. Hetta kemur av at tunnilin ikki lat upp fyrrenn tann næstseinasta dagin í mánaðinum.
Annars vísir yvirlitið um ókeypis koyringina, at 8.902 akfør tóku av hesum tilboðnum í apríl mánaði í fjør, 3.381 akfør í september mánaði og 3.102 í desember.
Í farna mánaði var eisini ókeypis at koyra gjøgnum Norðoyatunnilin ein leygardag. Hesum tilboðnum tóku 3.936 bilførarar av.


Vøkstur í Vágum
Talið av bilum, ið koyra gjøgnum Vágatunnilin er eisini vaksandi.
Í farna mánaði koyrdu 22.400 bilar framvið gjaldsstøðini í Vágatunlinum. Hetta svarar til 1.445 bilar um dagin og er hetta er ein vøkstur uppá 31% í mun til mars mánað í fjør.
Ferðslan fram við gjaldsstøðini í Norðoyatunlinum var í februar 28.081 bilar, ið svarar til 1.812 bilar um dagin.
Í mars var ein dagur við fríari ferðslu í tunlunum og koyrdu tá 2.892 bilar framvið gjaldsstøðini í Vágatunlinum, móti 3.936 bilum í Norðoyatunlinum.