Saman við Photocare hevur Sosialurin havt kapping, har tað ráddi um at finna besta slogan’ið at prenta á T-shirts. Kappingin er nú liðug, og bestu troyggjurnar eru eisini kosnar. Besta hugskotið átti Bjarni Beder, og fær hann eitt digitalt Hitachi DVD-upptøkutól. Næst besta hugskoti átti Marin Gregersen, og vinnur hon framkalling av 1.000 myndum umfmramt eitt album. Og triðja besta hugskotið áttu Ari, Daniel og Synnøva, sum fáa 5 T-troyggjur við sínum uppskoti á.