Á Tenerife hava myndugleikarnir flutt umleið 1.600 fólk undan einum ógvusligum skógareldi, sum herjar ta væl umtóktu frítíðaroynna í hesum døgum.
Síðani vikuskiftið hava sløkkiliðsmenn stríðst við at fáa tamarhald á eldinum, men tann óvanliga turri veturin hevur gjørt, at tað er sera trupult at basa eldinum.
Fyribils hevur skógareldurin á teirri sponsku frítíðaroynni herjað eitt øki, sum er einar 30 ferkilometrar til víddar.