Grindin, sum Teistin fann í gjár um 16 tíðina, varð hildin til í Húsvík um 21.30 í gjárkvøldið. Tað var strandferðsluskipið Teistin, sum um 16-tíðina í gjár boðaði frá grind beint eystur úr Hælinum á Hestoynni.
Grindin var ring at fáast við, men tá tað rak eystur og ættin stakk vesturum, varð rikið eystureftir. Nakað av ósemju var um, hvar grindin skuldi haldast til, sandoyingar drógu á tað borðið, havnarmenn vildu hava hana á Havnina.
Endin var, at grindin varð hildin til í Húsavík um 21.30 tíðina í gjárkvøldið. Hon taldi 180 hval.
Seðlarnir koma út nú klokkan átta í morgun, og grindin verður býtt til drápsbátarnar og í heimapartar. Knapt fimm skinn verður til bátspartarnar og hálvt skinn til heimapartarnar, verður sagt av løgreglustøðini.