180 hondbóltsfjepparar strandaðir í Bergen

Fyrsta flogfarið við hondbóltsfjepparunum úr Berlin skuldi fara á flog klokkan 06.55 í morgun.

Tað kavar illa í Bergen

Men vegna kava í Berlin varð flogferðin seinkað. Og tað hevði við sær, at flogfarið ikki náddi í Vágar, áðrenn hann brast á við kavaælingi, sum gjørdi, at flogvøllurin mátti ruddast fyri kava. Tí fleyg flogfarið omanfyri í umleið ein hálvan tíma, áðrenn tað fór at seta seg.

So var klárt at lenda, fingu ferðafólkini at vita, og flogfarið fleyg yvir vøllin, men beint áðrenn tað skuldi seta seg, setti flogskiparin spitaran í botn uppeftir. Onkur vildi vera við, at tað bara var ein metur frá hjólunum og niður á vøllin. 

Flogskiparin segði, at ov nógvur kavi var á vøllinum, at flogfarið kundi seta seg. Tað hevði nú verið so leingi á flogið, at flogskiparin gjørdi av at fara til Bergens eftir brennievni.

Í Bergen var meira kavi enn bæði í Berlin og í Vágum – og har frættist, tá flogfarið hevði sett seg, at flogvøllurin varð stongdur vegna kava, og at har varð ikki flogið meira í dag. Og av tí at flogmanningin hevði verið so leingi á flogi, so kundu tey heldur ikki flúgva meira, fyrr enn tey høvdu fingið ta hvíld, sum ásett er.

Tí varð gjørt av, at øll ferðafólkini gista í Bergen í nátt og fara á flog aftur tíðliga í morginári.

 

##med2##

 

Tað kavar illa í Bergen

Her sæst, hvussu nær flogfarið var við flogvøllin í Vágum í morgun.