Átjan ungdómar verða millum fyrstu næmingarnar í Ítróttarháskúlanum í Suðuroy nakrantíð. Tað gjørdist greitt í dag eftir, at umsóknarfreistin til fyrsta skeiðið hjá skúlanum var úti á middegi í dag.
Gudmundur Joensen, stjóri í Ítróttarháskúlanum, upplýsir fyri in.fo, at kynsbýtið av umsøkjarum var javnt býtt.
- Vit hava armarnar uppi, og eru væl nøgd við talið av umsøkjarum. Serliga, tá havt verður í huga, at vit byrjaðu at lýsa so seint við skúlanum. Men vit eru líka fegin um, at tað tykist at vera ein stórur áhugi fyri at søkja tey næstu árini, sigur Gudmundur Joensen.
Skúlastjórin upplýsir eisini, at skúlin longu hevur fingið tær fyrstu tilmeldingarnar til næsta skúlaskeið.










