18 umsóknir til skúlastjórastørv

Eysturskúlin og skúlin í Eysturkommunu hava hvør fingið 9 umsóknir til størvini sum skúlastjóri

Eysturskúlin og skúlin í Eysturkommunu hava hvør fingið 9 umsóknir til størvini sum skúlastjóri. Tað skrivar Skúlablaðið á heimasíðu síni.

 

Starvið í Eysturskúlanum verður sett 1. februar 2019, meðan starvið sum skúlastjóri í Eysturkommunu verður sett miðskeiðis í februar.

 

Eysturskúlin hoyrir undir Tórshavnar Kommunu og ganga 492 næmingar í 1.-10. flokki í skúlanum. Í skúlanum í Eysturkommunu ganga 274 næmingar í 1.-7. flokki og forskúlaflokki. Skúlin umfatar bæði skúlan í Leirvík, har innskúlanæmingar ganga, umframt skúlan í Gøtugjógv, har eldri næmingar ganga, upplýsir Skúlablaðið.