18 U17-leikarar skulu til Luksemburg

U17 landsliðsvenjararnir í fótbólti, Áki Johansen og Pól F Joensen, hava nú úttikið teir 18 leikararnar, sum skulu manna føroyska hópin til komandi EM undankapping fyri U17 landslið í Luksemburg. Føroyar eru í bólki saman við Fraklandi, Norðurírlandi og Luksembourg til hesa kappingina.

 

Dystirnir verða leiktir soleiðis:

28. oktobur kl. 15.30: Frakland - Føroyar

30. oktobur, kl. 15.30: Norður Írland -Føroyar

02. novembur, kl. 18.00: Føroyar - Luksembourg

 

Skipa verður fyri eini venjingarlegu komandi vikuskifti, frá 21. til 23. oktober, áðrenn farið verður til Luksemburg 26 oktober. Ferðalagið verður aftur í Føroyum 3. november.

 

Teir úttiknu leikarinir eru hesir:

Fríði Sigurðsson, Poul N Mikkelsen, John D. C. Guðjónsson, Eivindur Sørensen og Tórur Justesen úr KÍ

Rasmus D Sørensen, Sigurð Poulsen og Karl Martin Danielsen úr B36

Haraldur Højgaard og Hákun Edmundsson úr B68

Teitur Olsen og Poul Inganson úr TB

Brandur Olsen úr B71

Jón Áki Jacobsen úr FC Suðuroy

Jákup F Hansen úr HB

Meinhard Olsen úr NSÍ

Elias Rasmussen úr Víkingur

Jógvan á Lag Jacobsen úr FCK