Til veturin í 1986 keypti skiparin á Dúgvuni, Sámal Jákup Hansen í Klaksvík, fýra nýggj Michelin M+S 100 vetrardekk. Dekkini vórðu sett á ein hálvtannað ára gamlan Mitsubishi Galant.
Tvey ár seinni, í 1988, keypir Sámal Jákup ein nýggja bil av sama slagi og brúkar somu vetrardekkini til tann bilin. Nú er bilurin vorðin 16 ára gamal og sær enn út sum nýggjur. Hann hevur koyrt við hesum somu vetrardekkunum, til nú hann fekk boðin nýggj vetardekk frá Micheilin og Dekksentrinum, sum nú umboða Michelin.
Mitsubishi bilurin hevur nú koyrt um 140.000 km og vetrardekkini munnu hava koyrt umleið 70-80.000 kilometrar í hesi tilsamans 18 árini. Leggjast kann afturat, at dekkini enn vóru væl nýtilig enn.
Sámal Jákup Hansen, Klaksvík:
18 ár við somu Michelin-dekkum
Seinasta mánadag fekk Sámal Jákup Hansen í Klaksvík fýra nýggj dekk ókeypis frá Michelin og Dekksentrinum. Orsøkin var, at hann hevði koyrt í 18 ár við einum setti av Michelin vetrardekkum
Dekk
Magnus Gunnarsson
maggi@sosialurin.fo
Til veturin í 1986 keypti skiparin á Smyrli, Sámal Jákup Hansen í Klaksvík, fýra nýggj Michelin M+S 100 vetrardekk frá Super Dekk Service í Havn, sum tá umboðaðu Michelin.
Dekkini vórðu sett á ein hálvtannað ára gamlan Mitsubishi Galant. Tvey ár seinni, í 1988, keypir Sámal Jákup ein nýggja bil av sama slagi og brúkar somu vetrardekkini til tann bilin. Nú er bilurin vorðin 16 ára gamal og sær enn út sum nýggjur. Hann hevur koyrt við hesum somu vetrardekkunum, til nú hann fekk boðin nýggj vetardekk frá Micheilin og Dekksentrinum, sum nú umboða Michelin.
Mitsubishi bilurin hevur nú koyrt um 140.000 km og vetrardekkini munnu hava koyrt umleið 70-80.000 kilometrar í hesi tilsamans 18 árini. Leggjast kann afturat, at dekkini enn vóru væl nýtilig enn.
Rúni Lindberg, leiðari á Dekksentrinum, handar her Sámal Jákupi bilin við nýggjum Michelin vetrardekkum