18 milliónir til Saltsilo á Tvøroyri

Eftir samrøður við Edmund Joensen, fólkatingsmann, hevur danska stjórnin givið tilsøgn um, at 18 mió. kr. fara av donsku fíggjarlógini í grunnin aftan fyri Saltsiloina á Tvøroyri?- Saltsiloin á Tvøroyri fær nú eina góða og hjálpandi hond frá donsku stjórnini og Fólkatinginum, og verkætlanin er við hesum komin væl nærri veruleikanum.?Hetta sigur Edmund Joensen, løgtings- og fólkatingsmaður, nú tað er greitt, at 18 mill. kr. á donsku fíggjarlógini eru markaðar til at endurreisa Saltsiloina á Tvøroyri og umskapa hana til eitt mentunarhús ?Eftir samrøður millum Edmund Joensen og donsku stjórnina er avgerð tikin um, at Saltsiloin á Tvøroyari skal raðfestast. Pengarnir eru á fíggjarlógini í einari pulju saman við øðrum verkætlanum.?- Upphæddin er tøk og verður útloyst, tá øll fíggingin til Saltsiloina er fingin upp á pláss, sigur fólkatingsmaðurin hjá Sambandsflokkinum, ið eisini virkar sum goodwill ambassadørur fyri Saltsilo-verkætlanina.?- Tað er at fegnast um, at samstarvið við donsku stjórnina og Fólkatingið eisini kann bera frukt á henda hátt, sigur Edmund Joensen.?Fólkatingsmaðurin heldur, at Saltsilo-verkætlanin fær stóran týdning, tá hon gerst veruleiki. Fyri landið alt kann hon fáa stóra mentunarliga ávirkan. Hon kann lyfta upp Suðuroynna, ið er harðari rakt av fráflyting og arbeiðsloysi enn meginøkið, og kann gerast eitt slag av mentunarligari dynamo og skapandi savningarstað í oynni. Harumframt kann verkætlanin kasta fleiri arbeiðspláss av sær í samband við bygging, rakstur o.a.?Hetta er aðru ferð í trý ár, at Fólkatingið setur pening av til eina verkætlan í Føroyum, eftir samrøður millum Edmund Joensen og donsku stjórnina.?Fyrru ferð var í 2008, tá Havstovan fekk eina játtan á uml. 10 mió. kr. til eina verkætlan við fleiri Ph. D.-lesandi. Verkætlanin skal vísa, hvussu føroyskir fiskastovnar verða ávirkaðir av veðurlagi og havstreymum.
Henda spennandi verkætlanin er komin væl áleiðis og endar í 2011, tá úrslitið verður lagt fram.