1,8 miljónir krónur til grønar orkuverkætlanir

- Nú ber til at søkja um stuðul til verkætlanir, ið snúgva seg um alternativar grønar orkumøguleikar, siga tey í umhvørvismálaráðnum.

Í umhvørvismálaráðnum siga tey, at freistin at søkja um stuðul til slíkar verkætlanir er sett til hin 1. oktober í ár.

 

- Endamálið við stuðlinum er at útvega vitan og royndir við atliti til alternativar grønar orkumøguleikar.

 

Kommunur, felagsskapir og privat feløg fáa møguleikan at fremja slíkar verkætlanir saman við Orku á Umhvørvisstovuni og/ ella saman við Jarðfeingi.

 

- Talan kann eitt nú verða um kanningar, skjalfesting og praktiskar royndir, og 1,8 miljónir krónur eru játtaðar til endamálið.

 

Tað er umhvørvismálaráðið, sum umsitir játtanina, og reglugerðin, sum stuðulin verður játtaður eftir, liggur á heimasíðuni hjá ráðnum.