Fiskivinna
Tá partafelagið Vár í Vestmanna, sum eigur gomlu ísfiskatrolararnar, Nornagest og Kolumbus, gjørdi av at leggja skipini í mai mánaða í fjør, segði annar av eigarunum, Tummas Christophersen, at teir valdu at taka hetta stig, meðan teir enn kundu svara hvørjum sítt.
Um hetta mundið vóru oljuprísirnir í hæddini, og Tummas saman við hinum eigaranum, sum er Dánjali Jacobsen, mettu ikki, at útlit vóru til líkinda rakstur.
Men nú er vent í holuni. Oljuprísirnir eru nógv lækkaðir, nógvur upsi hevur verið at fingið, og nú eitt nú prísirnir á toski og serliga hýsu hava verið sera vánaligir, hevur prísurin á upsa harafturímóti hildið sær rættiliga væl.
Eigararnir hava tí gjørt av at gera skipini klár til at loysa aftur, og gongst sum ætlað, eru tey aftur á fiskiveiði einaferð í næstu viku.
Fleiri fáa kjans
Tummas Christophersen, reiðari, sigur, at skipini eru í hampiliga góðum standi og væl hevur verið ansað eftir teimum hesar mánaðirnar, meðan tey hava ligið í Vestmanna.
- Nú stóðu skipini fyri árligu klassingini, og hetta arbeiði verður nú gjørt hjá Mest á Skála.
Hann sigur, at umframt vanliga árliga klassing, skulu skipini bæði eisini hava aksiltrekk.
- Seks mans verða við hvørjum skipi, og ætlanin er, at tey skulu sigla við umleið trimum manningum, soleiðis at menn kunnu skiftast um at vera umborð og í landi.
Hann sigur, at brúk verður fyri nøkrum monnum, bæði dekkarum og navigatørum, og at menn eru vælkominir at venda sær til felagið.
- Skipini eru mannað í maskinrúminum, men enn vantar okkum onkrar menn á brúnni – og uppaftur fleiri á dekkinum, leggur reiðarin í Vestmanna aftrat.
Hampilig útlit
Tummas Christophersen heldur, at nú oljuprísirnir eru munandi lækkaðir, upsafiskiskapurin hevur verið góður, og prísirnir á upsa hava hildið sær rímiliga væl, eru útlit til, at raksturin fæst at hanga saman.
- Jú, vit halda, at útlit nú eru til, at skilagóður rakstur fáast í raksturin, sigur reiðarin í Vestmanna.