Bjóðað verður nú til Várframsýningina 2016. Framsýningin verður at síggja í Listasavni Føroya frá 15. apríl klokkan 16, tá fernisering verður og fram til 8. mai klokkan 17. Til ferniseringina fer Solveig Hanusardóttir Olsen, listafrøðingur, at siga nøkur orð, og okkurt gott verður eisini til góman.
Nevndin fyri Várframsýningina 2016 veit at siga, at tey 18 luttakandi listafólkini eru hesi:
Ann-Mari Dam, Birgit Kirke, Dan Helgi í Gong, Dávur Djurhuus, Elin Josefina Smith, Fríða Matras Brekku, Heiðrik á Heygum, Ingi Joensen, Jan Nystrøm, Maria Smith, Marita Nattestad, Nicolina Højgaard, Ole Wich, Philippe Carré, Ragnhild Hjalmarsdóttir Højgaard, Rannvá Holm Mortensen, Rúni Weihe og Turið Nolsøe.