Argjamenn eru framvegis væl við í kappingini um tey bæði plássini, sum bera uppflyting í Formula deildina við sær.
Í gjár vunnu teir trivaligan 5-1 sigur, tá ið teir vitjaðu teir vitjaðu teir næstbestu hjá Víkingi.
Málskjúttar hjá AB vóru álopsspælararnir Thomas Hans Rubeksen og Tróndur Sigurðsson, sum skoraðu tvær ferðir í part, og verjuspælarin Magnus Jakobsen, sum umsetti brotsspark til mál.
Veðrið var gott, og munurin á liðunum var stórur.
Serliga verður uppgerðin minst fyri, at dómarin átjan ferðir hevði kortini á lofti. Fimtan ferðir vóru kortini gul, og tríggjar ferðir vóru tey reyð. Tveir á heimaliðnum og ein AB spælari vórðu vístir av vølli!