18. Flaggdagsrenningin

Eingin flaggdagur uttan flaggdagsrenning. Tað hevur verið lagið í nógv ár, og soleiðis verður eisini í 2004

Eins og undanfarin ár fer Bragdið aftur í ár at skipa fyri renning á Flaggdegnum. Byrjað verður við Gamla Apotek kl. 16.00, og er tað beint eftir hugnaliga flaggdagshaldið á Vaglinum í Havn. Barnarenningin veður runnin fyrst og beint eftir hetta renna tey vaksnu.

Kappingin er fyri børn og vaksin. Gjørt verður vart við, at øll ? skjót og minni skjót, ung og eldri ? eru vælkomin. Vaksin renna 7,02 km. og børn, fødd í 1991 - 1997, renna umleið 1,8 km.

Umframt at vera ein kapping fyri einstaklingar er Flaggdagsrenningin eisini ein kapping ímillum virkir, stovnar o.t., nevnd firmakapping. Eisini er hetta fyrsta Grand Prix kappingin í árinum fyri tey vaksnu.

Firmakappingin er skipað á tann hátt, at virkini v.m. kunnu tekna 3-5 vaksnar luttakarar á hvørjum liði, ið so kappast ímóti hvørjum øðrum. Fleiri lið kunnu luttaka frá hvørjum virki. Menn og kvinnur skulu luttaka á hvør sínum liði. Bert tríggjar tær bestu tíðirnar á hvørjum liði telja við í kappingini.

Dreingir - føðiár frá og við 1991-1997, renna 1,8 km.
Gentur - føðiár frá og við 1991-1997, renna 1,8 km.
Kvinnur - føðiár frá og við1959-1990, renna 7,02 km
Menn - føðiár frá og við 1959-1990, renna 7,02 km
Veteranar kvinnur - føðiár til og við 1958, renna 7,02 km
Veteranar menn - føðiár til og við 1958, renna 7,02 km

Eftir at komið er á mál fáa allir luttakararnir frukt og Poptop. Stuðlað hesum hava ávikavist P/F Poul Hansen og MBM.

Vinnandi lið og einstaklingar fáa steyp til ognar. Harumframt verða heiðursmerkir latin til nr. 1, 2 og 3. Høvuðsstuðul til Flaggdagsrenningina er P/F Føroya Shell, sum eisini letur steyp og heiðursmerki. Aðrir stuðlar eru Føroya Sparikassi, MBM og Trygd.

"Jubilæum"
Hetta er 18. Flaggdagsrenning og tey sum luttaka fyri 10. ella 15. ferð í hesi kapping, fáa heiðursbræv.

Tilmelding
Síðsta freist at melda til einstaklingakappingina er fríggjakvøldið tann 23.04. kl. 17. Áhugað kunnu tekna seg umvegis heimasíðuna hjá FÍF: www.athletics.fo
Fyrireikararnir siga, at tað verður ikki møguleiki at melda seg á staðnum.
Tey, ið ætla at luttaka í Grand Prix kappingini, mugu verða, ella gerast limir í einum av feløgunum, Bragdið, Treystið, Roysnið ella Frælsið. Hetta kann gerast í sambandi við tilmelding til sjálva renningina.
Eisini verður mint á, at startnummur v.m. skulu heintast í ÍSF húsinum.

Landsstýrismaðurin í almanna- og heilsumálum byrjar renningina
Renningin byrjar við, at landsstýrismaðurin í almanna- og heilsumálum, Hans Pauli Strøm, sigur nøkur orð, letur startskotið ganga og rennur síðani við hópinum.