18 deyð av bilbumbu í Iran

Bilbumbur eru gerandiskostur í Irak, men í morgun brast ein sterk bilbumba í grannalandinum Iran. Bumban brast í einum bili, sum stóð undir liðini á einum bussi í býnum Zahedan í landssynningspartinum av Iran.

Almenna tíðindastovan IRNA skrivar, at 18 fólk lótu lív í spreingingini, men aðrar keldur siga, at spreingingin kravdi ikki so mong mannalív.

Sambært IRNA eru myndugleikarnir ikki í iva um, at bumban var ætlað bussinum, sum var fullur av hermonnum hjá kollveltingarhirðini.

Zahedan er nærhendis markinum til Pakistan og Afghanistan, og nógv rúsevni verður smuglað um markið har.