- Vit kanna hendingina bæði sum haturskriminalitet og sum eina rasistiska atgerð, segði løgreglan á tíðindafundi í Buffalo eftir hendingina seinnapartin í dag.

18 ára gamal skeyt fleiri fólk til deyðis

Løgreglan heldur, at hendingin í Buffalo seinnapartin í dag snýr seg um haturskriminalitet og rasismu.

 

- Vit kanna hendingina bæði sum haturskriminalitet og sum eina rasistiska atgerð, segði løgreglan á tíðindafundi í Buffalo eftir hendingina seinnapartin í dag.

Tað var ein 18 ára gamal maður, sum seinnapartin í dag byrjaði at skjóta við skørpum í einum matvøruhandli í Buffalo.  

 

Hendingin hevur higartil kostað 10 fólkum lívið, og fleiri eru særd. Buffalo liggur í deilstatinum, New York í USA.

 

Norska kringvarpið, sum endurgevur fleiri útlendskar miðlar, veit at siga, at maðurin var í skottryggum vesti, tá hann framdi álopið.

 

Maðurin er ikki eyðmerktur enn, men hann er handtikin og er í varðveitslu hjá løgregluni, sum metir, at hin 18 ára gamli var einsamallur um álopið.

 

Løgreglan hevur illgruna um, at talan var um haturskriminalitet, sum tey rópa tað - eina rasistiska atgerð.

 

Handtikni maðurin er hvítur, og hann hevði sambært løgregluni ferðast í fleiri tímar fyri at koma til matvøruhandilin, har hann framdi illgerðina.

 

Útlendskir miðlar vita at siga, at matvøruhandilin liggur í einum øki, har flestu íbúgvar eru littir.

 

- Vit kanna hendingina bæði sum haturskriminalitet og sum eina rasistiska atgerð, segði løgreglan á tíðindafundi í Buffalo eftir hendingina í dag.

 

 

 

- Vit kanna hendingina bæði sum haturskriminalitet og sum eina rasistiska atgerð, segði løgreglan á tíðindafundi í Buffalo eftir hendingina seinnapartin í dag.