Vørn hevur í morgun kunngjørt, at fjórða afturlatna uppboðssøla av fiskirættindum á hesum sinni verður hósdagin 21. september 2017.
Til fjórðu uppboðssøluna fáa keyparar møguleikan at bjóða upp á umleið 18.000 tons av fiski, harav 8.500 tons av norðhavssild og 9.297 tons av svartkjafti.
Viðvíkjandi treytum fyri hvør kann bjóða og hvussu bjóðast skal skrivar Vørn fylgjandi.
- Ávís feløg og persónar, ið ætla at bjóða upp á rættindi á uppboðssølu, skulu lata Vørn hóskandi skjalprógv í seinasta lagi 3 vikur, áðrenn uppboðssølan verður hildin, ella boð skulu latast inn. Talan er um eigara av fiskifari undir føroyskum flaggi, uttan veiðiloyvi, at fiska við ávísa fiskifarinum ella føroyskt partafelag ella smápartafelag, ið skjalprógvar avtalu um, at ávíst fiskifar undir føroyskum flaggi fiskar keyptu kvotuna.