2017 hevur higartil verið eitt sera gott skattaár, og vísa seinastu útrokningarnar hjá TAKS ein vøkstur í landsskatti, kommunuskatti, kirkjuskatti og eftirlønarskatti. Teir fyrstu ellivu mánaðirnar í 2017 hava føroyingar tilsamans rindað tilsamans 176.826.758 krónur meira í skatti enn sama tíðarskeið í fjør. Teir fyrstu ellivu mánaðirnar í ár rindaðu føroyingar tilsamans 3.265.266.749 krónur í ymiskum skattum, meðan tilsvarandi talið í fjør var 3.088.439.990 krónur.
Í kommunuskatti hava føroyingar higartil rindað 1.625.811.343 krónur, meðan tilsvarandi talið fyrstu ellivu mánaðirnar í fjør var 1.526.937.462. Sostatt er vøksturin í kommunuskatti 98.873.881 krónur, ið er ein vøkstur á 6,48 prosent frá sama tíðarskeiði sum í fjør.
Í landsskatti vísa tølini hjá Taks, at føroyingar hava rindað 1.295.371.759 krónur higartil í ár, ið er ein vøkstur á 51.909.424 krónur frá sama tíðarskeiði í fjør, tá føroyingar í alt rindaðu 1.243.462.335 krónur í skatti. Í prosentum er talan um ein vøkstur á 4,17 prosent.
Føroyingar eisini meira til fólkakirkjuna í ár enn í 2016. Fyrstu ellivu mánaðirnar í 2017 hava føroyingar rindað 50.603.463 krónur í kirkjuskatti, meðan tilsvarandi talið í fjør var 48.255.101. Sostatt er vøksturin í ár 2.348.362 krónur, ið er ein prosentvøkstur á 4,87 prosent.
Størsti prosentvøksturin er í eftirlønarskatti, har føroyingar higartil í 2017 hava rindað 8,78 prosent meira í skatti enn sama tíðarskeið í fjør. Higartil í ár eru 293.480.184 krónur goldnar í eftirlønarskatti, meðan tilsvarandi talið í fjør var 269.785.092 krónur. Tað er ein vøkstur á 23.695.091 krónur.