171 milliónir krónur í avlopi

Í dag legði Jørgen Niclasen, landsstýrismaður við fíggjarmálum, fram eitt framroknað uppskot til fíggjarlóg fyri 2020. Fíggjarlógaruppskotið vísir eitt úrslit á 171 milliónir krónur

Sambært stýriskipanarlógini skal uppskotið til fíggjarlóg fyri 2020 latast Løgtinginum áðrenn 1. oktober í ár. Nýggja landsstýrið tók við 14. september, og vegna stutt skotbrá hava stundir ikki verið til at fyrireika ætlaðar broytingar og raðfestingar.

Tí verður lagt fyri Løgtingið eitt framroknað uppskot til fíggjarlóg fyri komandi ár. At uppskotið er framroknað merkir, at tað er uttan raðfestingar og tiltøk á inntøku- ella útreiðslusíðuni hjá landinum.

Ein fortreyt, sum serliga ávirkar framrokningina fyri 2020, er tann, at inntøkur frá veiðigjøldum á makrel, sild og svartkjaft ikki eru tiknar við. Orsøkin er tann, at lógin, ið ásetir veiðigjøldini, fer úr gildi við ársenda í ár, og tí er onki framskrivað fyri 2020, skrivar Fíggarmálaráðið.

Samlaðu inntøkurnar í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2020 verða mettar til 5.761 milliónir krónur. Harav eru skattainntøkur 2.599 milliónir krónur og inntøkur frá avgjøldum og tolli 2.779 milliónir krónur. Samlaðu útreiðslurnar eru mettar til 5.589 milliónir krónur. Harav eru nettorakstrarútreiðslurnar 5.196 milliónir krónur, og løguútreiðslurnar eru 393 milliónir krónur.

Samtykta fíggjarlógin fyri 2019 vísti eitt avlop á 377 milliónir krónur. Í sambandi við fíggjarlógaruppskotið hevur Fíggjarmálaráðið gjørt eina dagførda meting av úrslitinum í ár, og roknað verður nú við, at avlopið verður 303 milliónir krónur í 2019.

Um fíggjarlógaruppskotið verður samanborið við samtyktu fíggjarlógina fyri 2019, so vaksa inntøkurnar við 1,8% í 2020, rakstrarútreiðslurnar vaksa við 6% og og útreiðslurnar til løgur vaksa við 3,4%. Samlaði útreiðsluvøksturin er 5,8%.

Fíggjarlógaruppskotið vísir, at verða ongar broytingar framdar, verður úrslit landskassans 171,3 milliónir krónur.

Landsstýrið fer seinni í ár at leggja fyri Løgtingið broytingaruppskot og fylgilóggávu.