1700 savnslutir eru burtur

Ensk søvn vita ikki, hvar umleið 1700 savnslutir eru

Ein tekning, sum varð gjørd av Victoriu drotning í 1869 er ein av teimum 1700 lutunum á enskum søvnum, sum eru burtur.

 

Tað vísa skjøl, sum tíðindastovan PA News hevur fingið frá bretska mentamálaráðnum.

 

Fleiri av lutunum, sum ikki longur eru at finna, eru virðismiklir.

 

British Museum, sum hevur høvuðsábyrdina av savnslutunum, dugir ikki at siga, um lutirnir eru burturblivnir, skaddir ella stolnir.

 

Tað er á søvnum, sum British Museum, National Portrait Gallery, Victoria and Albert Museum, The Royal Museums Greenwich, Natural History Museum og fleiri, at savnslutir mangla.