170 ungfólk á einum staði

Nesvík: Seinna ungdómslegan í summar byrjaði mánadagin og endar í morgin.
Á leguni eru 170 ungfólk kring alt landið savnaði saman. Her hoyra tey um Gud, tey hava nógv ymiskt á skránni og tey brúka nógva tíð bara at tosa saman.
Tey hava eisini havt serstøk tiltøk um kvøldið. Mánakvøldið var konsert við kenda bólkinum Proclaim, og týskvøldið var ungdómsgudstænasta við altargongd í Norðskála kirkju, har Jóannes Fonsdal og Emil Olsen luttóku.